Altíð ræddist eg taran í sjónum
Rekandi vøkstur um klettar og brot
Síðani, saman við ótta og vónum
Hevur tú rikið mítt hjarta á flot
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nert ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá eg biði um frið
Nú ert tú aldan, og eg eri tarin
Dregur meg at tær og rekur meg frá
Eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin
Veit at eg missi teg, tá tú ert hjá
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nert ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá eg biði um frið
Alt tað, sum likkar og alt, sum vil styggja
Fløðandi, fjarandi ert tú í mær
Lyftur meg upp nú og letur meg liggja
Myrkrið, sum bjargar og ljósið sum slær
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nrt ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá g biði um frið
Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi
Visti meg stíga á ótryggan veg
Líknandi leið, men við rekandi gleði
Gangi eg nú: Nú ræðist eg teg
Tak í meg, tak um mín iva
Nem við meg, nert ikki við
Sissa meg, tá eg vil liva
Øs meg, tá eg biði um frið

Песен-НИКИ

Загрузка...

Другие песни Harkaliðið

Все песни →

Похожие песни