
Altíð ræddist eg taran í sjónum, rekandi vøkstur um klettar og brot, síðani, saman við ótta og vónum, hevur tú rikið mítt hjarta á flot. Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið. Nú ert tú aldan, og eg eri tarin, dregur meg at tær og rekur meg frá, eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin, veit at eg missi teg, tá tú ert hjá. Tak í meg,… Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja, fløðandi, fjarandi ert tú í mær, lyftur meg upp nú og letur meg liggja, myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær. Tak í meg,… Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi, visti meg stíga á ótryggan veg, líknandi leið, men við rekandi gleði, gangi eg nú: Nú ræðist eg teg. Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.
Песен-НИКИ
Загрузка...
Другие песни Eivør
Все песни →Похожие песни

Бигасс
SODA LUV
Ничего личного
Русский рэп201975,448

Бандана
Платина
РНБ КЛУБ
Русский рэп201859,980

Свадебное путешествие
Александр Буйнов
Острова любви
Русская эстрада199954,906

Каспий жағалауы
Azamat
Поп200134,438

Шпилька-каблучок
Лолита
Анатомия
Русская эстрада201433,308

Девочка 2D
Dead Rave
Singles 15-17
Русский рэп201828,891





